Mentan

Eivør á Tinghellu

1. august verður skipað fyri einari øðrvísi konsert á Tinghellu norðan fyri Æðuvík

2020-07-27 20:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ein heilt øðrvísi og forkunnug konsert verður á Tinghellu norðan fyri Æðuvík. Á hesari søguligu hellu og í stórslignari nátturu fara Eivør og Hamferð at spæla. Avmarkað pláss er, og tí verða bert 100 atgongumerki lýst til sølu.

Túrurin byrjar í Æðuvík har siglt verður einar sjey min. við báti yvir á Tinghellu og aftur sama veg.

Tey djørvu kunnu velja at síga niður í Fossdalsgjógv síðan við rennistrongi yvir um gjáarmunnan til Tinghellu. Túrurin uppaftur er átjan metrar gjøgnum steyrrætt berg, har góð klintrihandtøk eru sett upp.

Góðir vegleiðararnir síggja til, at fólk eru í tryggum hondum. Tey, ið vilja síga, skulu vera hampuliga væl fyri. Tað er Sherpa.fo við Bárði Hansen á odda, ið skipar fyri túrinum og konsertini.

Komin niður Tinghellu bjóðar Sherpa súpan og okkurt gott afturvið. Tinghella er søguligur staður, har várting var hildið í forðum. Tað sigst, at sjálvt Gøtutróndur og Sigmundur Brestisson hava verið har.

Konsertin verður leygardagin 1. august. Bátur fer úr Æðuvík kl. 12.00, og tiltakið varar umleið tríggjar tímar. Tey ið síga, møta kl. 12.00 við Æðuvíkarvegin. Einar 300 m frá bygdini er ein lítil vegur, har skeltið SHERPA stendur. Gott at lata seg í eftir veðrinum og at hava góðar skógvar.

Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo.

Stórur dentur verða lagdur á trygdina, tí verður túrurin avlýstur um tað eru ring líkindi.

Meira kann lesast um túrin her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder