Innanlands

Eivind Jacobsen yvirtekur R7.fo

Endamálið er, at tíðindasavnið og sendingarnar, sum liggja á heimasíðuni, framhaldandi skulu verða tøkar hjá øllum, og harumframt verður síðan ein tíðindaportalur við regluligum tíðindum – Byrjað verður í dag

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-08-22 09:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eivind Jacobsen og Petur Jacobsen hava gjørt avtalu um, at Eivind Jacobsen yvirtekur heimasíðuna R7.fo.

Endamálið er, at tíðindasavnið og sendingarnar, sum liggja á heimasíðuni, framhaldandi skulu verða tøkar hjá øllum, og harumframt verður síðan ein tíðindaportalur við regluligum tíðindum, verður sagt í tíðindaskrivi.

– Heimstaðurin er í Eysturoy, men R7.fo verður fyri allar Føroyar, tó at vit ivaleyst fara at hava fleiri tíðindi úr Eysturoy enn aðrir miðlar, siga Eivind Jacobsen og Petur Jacobsen.

Byrjað verður í dag, mánadagin 22 august, møguliga í smáum, men 1. september skal eftir ætlan vera full ferð á.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder