Mentan

Eisini tey í sóttarhaldi sleppa við til Bókadagar

Bókadagarnir verða hildnir í Norðurlandahúsinum alla komandi viku

Íslendski rithøvundurin Einar Már Guðmundsson verður við á Bókadøgunum

Íslendski rithøvundurin Einar Már Guðmundsson verður við á Bókadøgunum

2021-11-11 14:08 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bókadagar eru aftur í ár ein heil vika við bókmentum í miðdeplinum. Eisini fyri tey, ið eru so óheppin at vera í sóttarhaldi. Nógv tiltøk verða nevnliga stroymd, soleiðis at ein kann fylgja við heima. Bókadagarnir verða 15.-21. november í Norðurlandahúsinum. 

Rithøvundasamrøður, upplestur, bókaframløgur og bókasøla. Í samstarv við forløg, felagsskapum og rithøvundum bjóðar Norðurlandahúsið aftur í ár til Bókadagar, soleiðis at tey í Føroyum, ið hámeta bókmentir, fáa høvi at savnast um teirra seráhuga. 

Men tað at savnast í hesum tíðum krevur sjálvsagt fyrivarni. Tí er skráin, eins og seinasta ár, spjødd yvir eina heila viku, soleiðis at tað gerst lætt hjá gestum at halda frástøðu og ansa eftir hvørjum øðrum. Í grundini nýtist einum ikki at koma til Norðurlandahúsið fyri at taka lut í Bókadøgunum. Nógv tiltøk verða nevnliga stroymd, soleiðis at áskoðarar kunnu fylgja við heima – ella t.d. á koronahotellinum. 

Bókadagar 2021 fara fram 15.-21. november og bjóða m.a. upplestur við Einar Már Guðmundsson, Lív Maria Róadóttir Jæger og Rakel Helmsdal, samrøður við svenska bókmentaummælaran Magnus William-Olsson og føroysku tónleikararnar Lena Andersen og Lea Kampmann, eitt skeið í at skriva bókmentaummæli og framløgur av listabókini Millum Føroyar og málningin og ungdómsbókini Rimarúmið.

Skáin fyri Bókadagarnar er at finna á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum. Øll tiltøk í Norðurlandahúsinum krevja tilmelding. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder