Innanlands

Einki land so fullfíggjað sum okkara

-Vit eiga til fulnar at gagnnýta, at einki annað land í heiminum er so fullfíggjað sum okkara, og samstundis so lítið, so tætt samantvinnað. Her eigur at bera betur til at gera heildarloysnir og at lyfta í felag enn nakra aðrastaðni segði Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í vinnumálum, tá hann setti Vinnudagin í Norðurlandahúsinum.

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í vinnumálum: -Við at hugsa í heildum, samstarva og brúka okkara samfelag sum eitt livandi laboratorium, so kunnu vit bæði gerast ein nýskapanartjóð í heimsflokki og eitt fjølbroytt samfelag, sum øll kunnu trívast í. Og tá kunnu vit røkka málunum, sum Vakstrarforum hevur sett

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í vinnumálum: -Við at hugsa í heildum, samstarva og brúka okkara samfelag sum eitt livandi laboratorium, so kunnu vit bæði gerast ein nýskapanartjóð í heimsflokki og eitt fjølbroytt samfelag, sum øll kunnu trívast í. Og tá kunnu vit røkka málunum, sum Vakstrarforum hevur sett

2022-09-30 13:42 Author image
Jan Müller
placeholder

Landsstýrismaðurin segði:

“Eg vil byrja við at takka Føroya Arbeiðsgevarafelag og Vinnuhúsinum fyri, at tit aftur í ár sýndu mær tann heiður at seta henda hátíðardagin hjá føroysku vinnuni.

Somuleiðis vil eg takka tykkum mongu, sum á ymsan hátt hava tikið lut í arbeiðinum hjá Vakstrarforum. Nøkur tykkara hava sjálv verið limir í Vakstrarforum, og mong onnur hava luttikið í arbeiðsbólkum, ella eru spurd um tykkara hugsanir og hugskot innan ávís øki.

Vakstrarforum hevur latið úr hondum 164 tilmæli til varandi vøkstur innan seks raðfest øki. Tilsamans hava hundraðtals fólk tikið lut í arbeiðinum, og tilmælini eru tí væl kjølfest í vinnuni og í samfelagnum sum heild. Tað er tí eisini natúrligt, at vinnupolitisku átøkini næstu árini í stóran mun taka støði í tilmælunum. Eg fari ikki at liggja á boðunum, og fyrstu átøkini eru longu raðfest í uppskotinum til næstu fíggjarlóg.

[object Object]

Tvær milliónir krónur skulu brúkast til at seta á stovn Export Faroe Islands. Nýggja útflutningsstovan skal fremja málrættað arbeiði við útflutningi í veitaravinnunum og stimbra eitt felags altjóða fokus í hesum breiða virkisøkinum, har vit eiga fleiri fyritøkur í heimsflokki.

Eisini er ætlanin at játta eina millión til Vinnuferðavinnu. Tey, sum ferðast til fundir og ráðstevnur, leggja í miðal munandi meira eftir sær, enn onnur ferðafólk. Fundir, ráðstevnur og onnur stór tiltøk eru ofta uttanfyri háárstíðina fyri frítíðarferðing, og eru við til at fáa størri og meira javnt virksemi í ferðavinnuni alt árið.

Varandi vøkstur má vera burðardyggur. Og vit skulu tí betra umhvørvið, samstundis sum vit skapa karmar fyri vøkstri.

Grøna skiftið stendur á fleiri súlum. Ein er at menna og brúka umhvørvistøkni, og longu nú eru fleiri føroyskar fyritøkur, sum gera framúrskarandi orkusparandi loysnir.

Vit skulu stuðla undir hesa menningina, so at vit fáa enn fleiri fyritøkur, ið kunnu hjálpa okkum og kundum úti í heimi við at minka um síni umhvørvisárin.

Onnur súla er at gagnnýta varandi orkukeldur. Vit mugu ásanna, at bygnaðarligar avbjóðingar í fleiri ár seinkaðu útbyggingum av varandi orkuframleiðslu.

Tað var tí frálíkt, at vit í vár kundu undirskriva semjuna millum landið og kommunurnar, sum eiga SEV, um, hvussu útboðini av verkum við varandi orku kunnu ganga hond í hond við útbyggingina av elskipanini.

Og nú ferð av álvara er komin á grønu orkuútbyggingarnar, má elektrifiseringin av samfelagnum fylgja við.

[object Object]

Tí heldur mvg- og avgjaldsfrítøkan á el-bilum fram og harafturat fer stuðul at verða veittur til at taka niður oljuriknar hitaskipanir.

Tá ið arbeiðið hjá Vakstrarforumi leið móti endanum, var koronafarsóttin endiliga um at vera av. Men løgmaður hevði ikki meira enn boðað frá, at seinastu avmarkingarnar vórðu settar úr gildi, tá ið Russland leyp á Ukraina.

Heimurin fór úr einari stórari kreppu og beint í eina nýggja. Í fyrru kreppuni vóru vit øll í sama báti, men við seinnu kreppuni varð heimurin brádliga aftur førdur í eitt stríð millum eystur og vestur. Eitt stríð, sum vit øll merkja avleiðingarnar av, tó at okkara avbjóðingar eru lítlar, samanborið við plágurnar hjá teimum, ið eru beinleiðis rakt av krígnum.

Í londunum kring okkum hoyra vit, at fólk eru vorðin stúrin og varin. Í Føroyum gongur tó framvegis væl, bæði við útflutninginum og við innlendis framleiðsluni, men hækkandi prísir á orku og matvørum eru ein stór avbjóðing, serliga hjá teimum, sum hava lágar inntøkur og stórar fastar útreiðslur.

Fyri vinnuna hevur kríggið merkt, at neyðugt hevur verið at finna aðrar marknaðir, at orkuprísirnir eru farnir upp í topp og at avleiðingarnar av inflatión og hækkandi rentu byrja at merkjast. Vit mugu laga okkum til støðuna og dagføra okkara karmar, so at teir svara til dagsins avbjóðingar.

Hóast tíðirnar eru ótryggar, so er enn ivaleyst at gera í Føroyum og størsta avbjóðingin er framvegis vantandi arbeiðsmegi.

Tí var eitt tað fyrsta, sum eg fór í holt við, tá ið eg tók við sum landsstýrismaður, at gera tað skjótari og smidligari hjá útlendskari arbeiðsmegi at koma til Føroya.

Arbeiðið við at gera fast-track skipanina, sum eg boðaði frá á seinasta vinnudegi, gekk bæði skjótt og væl, og fegnist eg um, at omanfyri 400 útlendingar longu eru komnir at starvast í Føroyum, eftir at skipanin kom í gildi.

Nú ræður um at tryggja, at tilflytararnir fáa bestu møguleikar at gerast partur av føroyska samfelagnum. Integratiónslógin skal, saman við undirvísing og sosialum átøkum, skipa best møguligar karmar fyri integratión.

Vinnan eigur stóran og týðandi part at tryggja, at  útlendingarnir trívast og verða partar av fyritøkuni og av samfelagnum, og eg fari at heita á allar arbeiðsgevarar um at taka integratión av fólkunum, sum tit hava í arbeiði, í størsta álvara. Væl vitandi, at nógvir tykkara gera eitt gott arbeiði á hesum øki. Eisini fegnist eg um, at Vinnuhúsið hevur sett evnið á breddan í dag, við fyrilestri um týdningin av integratión, inklusjón og fjølbroytni.

Telja vit málini hjá Vakstrarforum saman, so skal útflutningurin vaksa við umleið 5-6 milliardum áðrenn 2030, og á burðardyggari grund.

Kt-vinnan skal mennast so, at vit næstu sjey árini flyta okkum frá at vera eitt av aftastu kt-londunum í Evropa, til at koma fram millum tey bestu.

Vinnuferðavinnan skal trífaldast og gerast 10 prosent av útflutningsvirðinum, og føroyskar havnir og føroyskir veitarar skulu verða fyrsta valið hjá skipum í norðuratlantshavi.

Virðisvøksturin skal vaksa munandi í fiski- og alivinnuni, millum annað við at ala í lokaðum eindum, og við at flyta aling út á opið hav.

Øll hesi frambrotini seta krøv um tíðarhóskandi karmar, og verða hesir týðandi partar av vinnupolitikkinum, sum vit arbeiða við.

[object Object]

Tit kunnu spyrja, um tað er gjørligt at røkka málunum, sum Vakstrarforum hevur sett?

Ber tað veruliga til at flyta eina tjóð so langt fram, á so mongum økjum, eftir so fáum árum?

Eg haldi, at tað ber til, men ikki, um vit bara gera sum vit plaga.

Í eini grein á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum er eitt gott og ítøkiligt boð upp á, hvussu vit kunnu bróta upp úr nýggjum, og fáa meira burtur úr teimum íløgunum, sum vit kortini fara at gera.

Í greinini mælir formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag til, at stórar samfelagsútbyggingar og byggiverkætlanir verða gagnnýttar til at menna føroyska byggigransking til at førleikamenna føroysku arbeiðsmegina til burðardygga bygging, og til at geva okkum royndir, sum bæði kunnu brúkast her heima og í útheiminum.

Eisini hevur hann spennandi uppskot til, hvussu stóru byggiverkætlanirnar kunnu brúkast til at minka um stóra bústaðartrotið, við at byggja varandi íbúðir, eitt nú í samstarvi við Bústaðir, heldur enn fyribils starvsfólkabýli.

Eg haldi, at hetta er rætti hugsanarhátturin á øllum økjum, sum vit vilja menna. Vit mugu gerast betri til at lyfta okkum upp frá einstøku verkætlanini og til at hugsa í heildum og tvørtur um geirar.

Vit eiga til fulnar at gagnnýta, at einki annað land í heiminum er so fullfíggjað sum okkara, og samstundis so lítið, so tætt samantvinnað. Her eigur at bera betur til at gera heildarloysnir og at lyfta í felag enn nakra aðrastaðni.

Við at hugsa í heildum, samstarva og brúka okkara samfelag sum eitt livandi laboratorium, so kunnu vit bæði gerast ein nýskapanartjóð í heimsflokki og eitt fjølbroytt samfelag, sum øll kunnu trívast í. Og tá kunnu vit røkka málunum, sum Vakstrarforum hevur sett.

Við hesum orðum og góðum treysti fyri vinnuligu menningina, verður Vinnudagurin 2022 settur.”


Myndir Jan Müller

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder