Innanlands

Eingin tilburður staðfestur í gjár

236 kanningar vórðu gjørdar - tilsamans eru nú 228.007 kanningar gjørdar. Tríggir persónar eru smittaðir í løtuni

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2021-02-17 11:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nýggjastu tølini hjá Landslæknanum vísa, at eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár.

236 kanningar vórðu gjørdar, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú 228.007 kanningar gjørdar í Føroyum.

Í gjár varð kunngjørt, at ein nýggjur tilburðir var, og at tað helst var talan um bretsku útgávuna av covid-19, sum nevnist B.1.1.7. Hetta verður sambært landslæknanum staðfest ein av komandi døgunum.

Les eisini: Ein tilburður av bretska frábrigdinum í gjár

Tilsamans hava 658 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. 654 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. Sostatt eru tríggir persónar smittaðir í løtuni.

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder