Innanlands

Eingin staðfestur positivur í gjár

Talið á positivum í løtuni er framvegis fýra – 565 kanningar vórðu gjørdar í gjár

Mynd: Getty Images

Mynd: Getty Images

2020-11-29 14:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sambært nýggjastu tølunum hjá Landslæknanum varð eingin staðfestur positivur fyri covid-19 í gjár.

565 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru 167.572 kanningar gjørdar í Føroyum.

502 persónar hava fingið staðfest covid-19 í Føroyum, og 498 teirra eru staðfest frísk aftur. Sostatt eru fýra persónar positivir í løtuni.

Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við covid-19, og sjey eru í sóttarhaldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder