Innanlands

Eingin staðfest smittaður seinasta samdøgrið

Framvegis eru 187 føroyingar, ið hava fingið staðfest koronasmittuna, og framvegis eru 184 staðfest frísk – 7.081 kanningar eru nú gjørdar

Savnsmynd (Ólavur Frederiksen/FaroePhoto)

Savnsmynd (Ólavur Frederiksen/FaroePhoto)

2020-05-01 07:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Talið á føroyingum, ið hava fingið staðfest koronasmittuna er framvegis 187, og talið á teimum, ið eru staðfest frísk, er framvegis 184, upplýsir Landslæknin í morgun.

Nú eru tilsamans 7.081 kanningar gjørdar.

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder