Innanlands

Eingin sigling millum Hvannasund og Fulgoy/Svínoy

Ritan er á beding, og harvið fer tyrlan fer at røkja tænastuna á leið 58 komandi tíðina. Ein túrur verður í morgin

2020-12-15 18:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Strandfaraskip Landsins boðar í dag frá, at tyrlutænastan hjá Atlantic Airways komandi tíðina fer at røkja tænastuna á leið 58. Tað er sambandið millum  Hvannasund og Fulgoy/Svínoy

Orsøkin er, at Ritan er á beding. Broytingin á leið 58 er eftir ætlan galdandi, til Ritan kemur aftur av beding, skrivar ssl. 

Mikudagin 16. desembur verður flogið eftir galdandi ferðaætlan:

13:16 Klaksvík
13:28 Svínoy
13:32 Kirkja
13:35 Hattarvík
13:53 Klaksvík

Meira kunning um ferðaætlan, plássbílegging og farm á heimasíðuni hjá Strandferðsluni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder