Innanlands

Eingin fingið staðfest covid-19 í fimm dagar

Enn eru sjey positivir persónar eftir, og ein er innlagdur – 229 kanningar vórðu gjørdar í gjár

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2021-01-25 10:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sambært nýggjastu tølunum hjá Landslæknanum varð heldur eingin staðfestur positivur fyri covid-19 í gjár, og sostatt hevur eingin fingið staðfest smittuna í Føroyum í fimm dagar.

Støðan er enn tann, at 652 persónar hava fingið staðfest covid-19 í Føroyum, og at 644 teirra eru staðfest frísk aftur. Ein persónur er deyður. Sostatt eru enn sjey persónar, sum eru positivir í løtuni. Ein persónur er innlagdur.

Í gjár vórðu 229 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru 218.636 kanningar gjørdar í Føroyum.

Í løtuni eru 20 persónar í sóttarhaldi.

Les eisini: Bretska frábrigdið staðfest í Føroyum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder