George R. R. Martin, rithøvundurin handan bókarøðina "A Song of Ice and Fire", sum HBO-sjónvarpsrøðin "Game of Thrones" er bygd á, hevur í vikuni avdúkað nýggjar smálutir um nýggju undansøguna til "Game of Thrones", sum eisini verður framleitt av HBO.
Nýggja sjónvarpsrøðin, sum HBO er í ferð við at taka upp í Norðurírlandi í løtuni, gongur fyri seg fimm túsund ár, áðrenn hendingarnar í "Game of Thrones".
Les eisini: Fleiri sendirøðir frá Game of Thrones-hugaheiminum
Í fjør segði George R. R. Martin, at røðin fór á lýsa Westeros heilt øðrvísið, enn vit kenna tað. Har verður einki King's Landing, eingin jarntróna og eingin Targaryen-familja.
Týsdagin segði hann, sambært The Guardian, at Stark-familjan heilt vist fer at hava onkran leiklut.
Lannister-familjan fer tó ikki at vera við. Nýggja undansøgan gongur nevniliga fyri seg, áðrenn tann familjan var til, so mann fer at síggja eina heilt aðra familju í Casterly Rock.
George R. R. Martin avdúkaði eisini, at tað Westeros, mann fer at síggja í nýggju undansøguni er deilt upp í 100 ymisk kongaríki.
Í løtuni arbeiðir rithøvundurin við "Winds of Winter, 6. bókina í "A Song of Ice and Fire"-røðini, sum fólk hava bíðað eftir síðan 5. bókin kom út í 2011.
Les eisini: George R. R. Martin stríðist við næstu "A Song of Ice and Fire"-bókini
Í mai lovaði hann, at hann fór at verða liðugur við hana, áðrenn hann fer til Nýsælands á ráðstevnu næsta summar.
Hevur hann ikki bókina í hondini, tá hann kemur til Nýsælands, hava fólk loyvi at læsa hann inni, til hann er liðugur at skriva hana, skrivaði hann á heimasíðu sína.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald