Mentan

Einangran við nýggjum staklagi

Nú er Einangran aftur við nýggjum staklagi, ið kallast, Hoyr mína rødd, ið er síðsta staklagið, ið verður givið út, áðrenn plátan kemur út, tá summarið er av

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-05-26 09:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Einangran er aftur við nýggjum staklagi, Hoyr mína rødd, ið er av komandi plátu teirra, Vendir vindar, ið verður givin út eftir summarfrítíðina.

Heiðrik á Heygum og Lea Kampmann eru sangarar og sangskrivarar, ið sótu føst í somu íbúð í Keypmannahavn í fýra mánaðar, tá koronusóttin legði landið lamið í mars, 2020.

Úrslitið av samstarvinum varð EP´in, Einangran, har lagið, Kanska gjørdist ein landaplága í Føroyum, og vann heiðurslønina fyri besta lag á FMA 2020.

Nú er Einangran aftur við nýggjum staklagi, ið kallast, Hoyr mína rødd, ið er síðsta staklagið, ið verður givið út, áðrenn plátan kemur út, tá summarið er av. Sangurin snýr seg um at koma burturúr avbjóðingum sínum, og at koma á føtur aftur, eftir at ein hevur verið ígjøgnum truplar tíðir. Sangurin eggjar lurtaranum til at vera djarvur og at standa upp fyri seg sjálvan, og til ikki vera bangin fyri at brúka sína rødd og at verða hoyrdur.

Dreymakenda framleiðslan er skapað av navnframu framleiðarunum, Janusi Rasmussen, ið m.a. er kendur frá BYRTA og Kiasmos, og Sakarisi Joensen, ið er kendur sum einstaklingatónleikari undir egnum navni, og sum framleiðari fyri millum onnur Frum og Frostfelt.

Hettar er seinasta staklagið, ið verður givið út, áðrenn Einagran geva út heildarútgávu teirra, Vendir vindar eftir summarfrítíðina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder