Uttanlands

Ein "triði partur" møguliga orsøk til at MH370 datt niður

Nýggj frágreiðing megnar ikki at forklára hví flogfarið datt niður

Ein avvarandi hjá ferðafólki umborð á MH370 fellir tár eftir at hava lisið frágreiðingina (Mynd: Scanpix)

Ein avvarandi hjá ferðafólki umborð á MH370 fellir tár eftir at hava lisið frágreiðingina (Mynd: Scanpix)

2018-07-31 10:09 Author image
Ari av Rana

Ein kanningarbólkur, sum myndugleikarnir í Malaisia hava sett at kanna hví MH370 hvarv av radaranum niður 8. mars 2014, megnaði ikki at finna fleiri svar. Kanningarbólkur hevur savna tilfar frá seinastu árunum í eini roynd at finna útav hvat hendi hendan dagin.

Flogfarið var á veg frá høvuðsstaðnum í Malaisia, Kuala Lumpur, til Beijing í Kina tá tað hvarv. Síðani hava sera fá ítøkiligir upplýsingar verið um hvat hendi. Nýggja frágreiðingin gevur lítið av vitan um hví tey 239 ferðafólkini hvurvu. Heldur verður víst á mistøk og um protokollir og mannagongdir, sum ikki vórðu fylgdar, skrivar DR.

Kanningarbólkurin vil heldur ikki avvísa, at ein "triði partur" hevur havt ávirkan á at flogfarið hvarv. Heldur ikki verður avvíst, at flogskipari eigur ábyrgdina, men hetta kann ikki prógvast í tí lítla kanningarbólkurin hevur funnið. Fyrr hevur verið sagt, at flogskiparin fekk flogfarið at detta niður við vilja, men kanningarbólkurin metir ikki at hetta er sannlíkt.

placeholder
placeholder