Innanlands

Ein tilburður í gjár

Persónurin varð smittaður í Føroyum, og smittukeldan er kend – Í løtuni eru 70 persónar smittaðir við koronu, og tvey eru innløgd

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-07-25 14:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð ein nýggjur smittutilburður staðfestur í Føroyum, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Talan er um ein persón, sum er smittaður í Føroyum, og smittukeldan er kend, skrivar corona.fo.

Síðan í gjár eru 12 persónar eisini staðfestir frískir aftur, og er talið á smittaðum í løtuni komið niður á 70. Tveir persónar eru nú innlagdir við koronu. 211 persónar eru í sóttarhaldi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder