Innanlands

Ein staðfestur smittaður í gjár

Ein persónur, sum kom til landið í gjár, var smittaður við koronu – Seks eru smittað í løtuni, og 28 eru í sóttarhaldi

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-08-31 10:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð ein nýggjur smittutilburður staðfestur, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Talan er um ein persón, sum varð staðfestur smittaður við komu til Føroya, skrivar corona.fo.

Talið á smittaðum í løtuni er tó framvegis seks, tí ein persónur er eisini staðfestur frískur í gjár. Nú eru 28 persónar í sóttarhaldi.

1.364 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder