Innanlands

Ein springari norðarlaga í Hetlandsrennuni

Sendarin hjá hinum springaranum, sum varð merktur í Fuglafirði 10. juni, sløknaði fyri nøkrum døgum síðani

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-07-22 09:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

40 dagar eru nú farnir síðani springararnir vórðu merktir í Fuglafirði 10. juni, og sambært Havstovuni er tann eini springarin nú farin norðureftir í hellingini, eystaru megin Hetlandsrennuna, og er hann nú komin norður á 63 breiddarstig, norð ímóti Norskahavinum.

Hin springarin hevur ligið støðufastur á 62 breiddarstigum, 160 fjórðingar vestan fyri Føroyar.

Sendarin á hesum springaranum sløknaði tíverri fyri nøkrum døgum síðani, skrivar Havstovan.

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder