Innanlands

Ein rúgva av seinkingum í flogferðsluni nú fram móti páskum

10 komur og níggju fráferðir standa á yvirlitinum hjá Atlantic Airways í dag. 18 av hesum eru ella verða seinkaðar - síðsti túrur til Keypmannahavnar er avlýstur. Orsøkin er, at tvey flogfør ikki fingu lent í Vágunum í gjár

Tvey flogfør, ið skuldu seta seg í Vágunum í gjár, fingu ikki gjørt tað vegna vind. Hetta ávirkar allan dagin í dag (Mynd: jn.fo)

Tvey flogfør, ið skuldu seta seg í Vágunum í gjár, fingu ikki gjørt tað vegna vind. Hetta ávirkar allan dagin í dag (Mynd: jn.fo)

2023-04-05 12:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað vóru tvey flogfør, ið skuldi koma til Føroyar í gjár, sum ikki fingu lent vegna ov nógvan vind. Annað kom úr Gran Kanaria og endaði í Keypmannhavn - hitt kom úr Keypmannahavn, men endaði í Bergen.

Slíkt hevur eina "dominoeffekt" við sær. Atlansflog hevur ikki so nógv flogfør, og tað ávirkar nógv, at tvey ikki fingu lent. Tað ger, at flogferðslan ikki kemur í rættlag aftur fyrrenn dagurin í dag er av - kanska fyrrparturin í morgin eisini verður merktur av vindinum í gjár.

Nakað soleiðis greiðir Jóhanna á Bergi dimma.fo frá, tá miðilin spyr um nógvu seinkingarnar í flogferðsluni í dag. Verkfall í Fraklandi, ið Atlansflog flýgur til regluliga aftur, og starvsfólkatrop í flogtorninum í Kastrup ávirka eisini.

Heimasíðan skrivar eisini, at nógv trýst er á telefonlinjunum hjá Atlantic Airways í dag. Nógv ynskja kunning um sína ferð, men tað eydnast ikki so væl.

- Fólk sum ringja verða sett í langar bíðirøðir, og tí heitir Atlantsflog á fólk um at fylgja við á heimasíðuni. Annars fáa øll, sum hava givið telefonnummarið upp, boð á sms um støðuna í samband við teirra flogferð.

Tað eru nógv fólk, ið skulu av landinum í páskafrítíðini, og nógvir "páskagestir" koma eisini til Føroyar í hesum døgum. 10 komur og níggju fráferðir standa á yvirlitinum hjá Atlantic Airways í dag. 18 av hesum eru ella verða seinkaðar - síðsti túrur til Keypmannahavnar er avlýstur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder