Innanlands

Ein persónur staðfestur positivur í gjár

Viðkomandi kom til Føroya úr útlondum – Ein persónur afturat er eisini staðfestur frískur, og tí eru framvegis tríggir persónar, sum eru positivir í løtuni

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2020-11-15 13:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aftaná seks dagar, har eingin varð staðfestur positivur, varð ein persónur staðfestur positivur fyri covid-19 í gjár, upplýsir Landslæknin.

Talan er um ein persón, sum er komin til Føroya úr útlondum. Viðkomandi er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.

Sostatt hava nú 498 persónar fingið staðfest covid-19 í Føroyum.

Talið á teimum, sum eru positiv í løtuni, er tó ikki broytt, tí seinasta samdøgrið er ein persónur afturat staðfestur frískur. Tí eru framvegis tríggir persónar positivir í løtuni.

Í gjár vórðu 380 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru 161.301 kanningar gjørdar í Føroyum.

Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við covid-19, og sjey eru í sóttarhaldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder