Mentan

Ein av kendustu sangleikunum í New York tikin av skránni aftaná 35 ár

Í februar verður seinasta Broadway-sýningin av sangleikinum "The Phantom of the Opera", sum er tann leikurin, sum hevur gingið longst í New York

Ein framførsla av sangleikinum

Ein framførsla av sangleikinum "Phantom of the Opera" í avstralska býnum Melbourne (Mynd: EPA)

2022-09-17 14:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan januar 1988 hevur sangleikurin "The Phantom of the Opera" gingið á kendu leikhúsgøtuni Broadway í amerikanska stórbýnum New York, men um eitt hálvt ár verður seinasta sýningin.

"The Phantom of the Opera", ið akkurát nær at hátíðarhalda 35 ár á Broadway, er tann sangleikurin, sum hevur gingið longst, og helst eisini ein av kendastu leikunum, sum hevur verið framførdur á Broadway yvrihøvur.

Sambært Ritzau, ið endurgevur New York Times, verður seinasta sýning 18. februar næsta ár, og tá hevur leikurin verður framførdur á Broadway 13.952 ferðir.

Orsøkin til, at tey gevast at sýna leikin á Broadway er, at eftirspurningurin eftir atgongumerkjum hevur verið minkandi, serliga orsakað av koronu.

"The Phantom of the Opera", sum snýr seg um maskuberandi dreygin, sum spøkir í operahúsinum í París, varð framførdur á Broadway fyri fyrstu ferð í januar 1988, og sama ár fekk sangleikurin sjey Tony-virðislønir, m.a. eina fyri "besta sangleik".

Aftaná "Phantom of the Opera" eru tað sangleikirnir "Chicago" og "Lion King", sum hava verið at sæð á Broadway í longst tíð. Teir vórðu fyrstu ferð sýndir í ávikavíst 1996 og 1997.

Tað er bretin Andrew Loyd Webber, sum hevur gjørt tónleikin til "Phantom of the Opera", sum varð sýndur fyrstu ferð í London í 1986.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder