Innanlands

Eiga líkkistur at vera hvítar?

Bødvar Hjartvarsson, snikkari í Dali, setur spurnartekin við hví at kalla allar líkkistur, sum verða brúktar í Føroyum, eru hvítar

2021-03-13 18:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í Blaðnum Vikuskifti setur Bødvar Hjartvarsson, snikkari í Dali, spurnartekin við hví líkkistur at kalla altíð skulu verða málaðar hvítar.

- Í Føroyum hava vit bara hvítar kistur, men hví skal hon málast? Eg ætli at royna, at fáa fólk at keypa kistur úr furuviði, og sum ikki eru málaðar.

[object Object]

Hann tekur dømi úr filmum eitt nú, har man nærum ongantíð sær hvítar kistur. Tær eru úr mahogni, eik ella øðrum viði, og tær eru ofta nokkso flottar, heldur Bødvar Hjartvarsson.

Á forsíðuni á Portalinum ber til at geva tína meining til kennar um hvørja líkkistu tú ynskir til tína jarðarferð.

Samrøðan við Bødvar Hjartvarsson kann lesast ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder