Innanlands

Eiðis kommuna raðfestir ungdómin

Eitt ungdómsráð er valt, við ungum úr 6. flokki og upp til 10. flokk. sum skal verða eitt millumlið millum bygdaráðið og tey ungu í kommununi. Eitt ungdómshús letur eisini upp í næstum

Fyrsta ungdómsráðið í Eiðis kommunu: Tove, Ella, Ári, Viktoria, Fríða, Klára Døgg og Anita - fimm næmingar millum 6.-10. flokk umframt  tvey umboð fyri bygdaráðið (Mynd: eidi.fo)

Fyrsta ungdómsráðið í Eiðis kommunu: Tove, Ella, Ári, Viktoria, Fríða, Klára Døgg og Anita - fimm næmingar millum 6.-10. flokk umframt tvey umboð fyri bygdaráðið (Mynd: eidi.fo)

2021-11-16 16:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eiðis kommuna raðfestir ungdómin. Hetta vísur kommunan við at seta nøkur átøk í verk, sum skulu hækka ávirkanina hjá ungdóminum og betra um trivnaðin.

Á heimasíðu sínari skrivar kommuna, at eitt ungdómsráð valt. Tað skal verða eitt millumlið millum bygdaráðið og tey ungu í kommununi. Í ungdómsráðnum eru fimm ung úr 6. flokki og upp til 10. flokk, og harafturat eru tvey umboð fyri bygdaráðið við.

[object Object]
Fyrsta ungdómsráðið í Eiðis kommunu: Tove, Ella, Ári, Viktoria, Fríða, Klára Døgg og Anita

Boðað verður samstundis frá, at í næstum letur Eiðis kommuna upp eitt ungdómshús, sum fer at húsast í sama bygningi sum frítíðarskúlin. Ungdómstilboðið er ætlað ungum frá 4. flokki og upp til 10. flokk. Tað verða Jónfríð Jóanesarson og Hans Olivur Joensen, sum koma at taka sær av ungdómshúsinum, skrivar eidi.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder