Innanlands

Eftirlýsa 12 ára gamlan drong

Løgreglan vil fegin frætta frá fólki, sum halda seg sæð Amin Zelalem Kassa. Hann er seinast sæddur í Norðragøtu um nátturðatíð í gjárkvøldið

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-06-03 12:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan eftir lýsir 12 ára gamla Amin Zelalem Kassa, sum ikki er sæddur síðani náttúratíð í Norðragøtu í gjárkvøldið.

Drongurin er 160 cm høgur, er klænur á vøkstri og hevur stutt myrkt krúllut hár.

Hann var í gráum jakka, gráari hettutroyggju, svørtum buksum og í svørtum Nike-skóm.

Heldur tú teg hava sæð hann, vil løgreglan fegin frætta. Løgreglan er at hitta á telefon 114.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder