Mentan

Dynamit megnaði tað, sum amerikanska høvuðsnavnið ikki gjørdi

Svinnandi lítið av fólki til stóra høvuðsnavnið í gjárkvøldið, Steelheart

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-08-06 16:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein dagur eftir av Føroya størsta festivali. Hóast tað ikki vóru tey stóru nøvnini a plakatuni fyri dagin í gjár, vóru tað føroysku bólkarnir, sum megnaðu at fáa lív í Vágsbø.

Steelheart spældi klokkan hálvgun tíggju í gjárkvøldið. Um tað var ov tíðliga, kunnu vit bara gita okkum til, men í øllum førum var svinnandi lítið av fólki, sum var møtt upp til tað, sum skuldi vera høvuðsnavn hetta kvøldið.

Norski plátuvendarin Alan Walker fylti Vágsbø hóskvøldið, men amerikanski rokkbólkurin Steelheart savnaði bara ein brøkpart av tí, sum var kvøldið fyri.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Tey fáu, sum vóru til konsertina hjá Steelheart tóktust at hugna sær, og serliga forsangarin skaraði framúr. Steelheart má sigast at vera púra ókendur bólkur í Føroyum, og tí vóru øgiliga fá, sum kendu løgini á konsertini sum annars innihelt bæði trummu og gittarsolo - júst sum tað skal vera.

Men tað, sum amerikanski rokkbólkurin ikki megnaði - at savna fólk - megnaði Dynamitt hálvan tíma eftir midnátt. Tey sum hava verið til Dynamit-konsertir á Vágsbøi áður, mundu fáa kensluna av, at hava upplivað júst tað sama áður.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Á Vágsbøi, sum nú var at kalla fullur, settu Niklas Heri Jákupsson og Hans Jacob (Shaky) Nystrøm veruliga futt í, og spældu øll teirra kendu løg. Tað sonevnda Dynamit-kórið - áhoyrararnir - sungu við av øllum lívsins kreftum til allar teir kendu sangirnar sum “Frensurin hjá Óla”, “Pápi tín býr ei í Tórshavn” og ikki minst “Grøv nr. 13".

[object Object]Við sær á pallinum høvdu Niclas Heri og Shaky eitt tyssi av framúr góðum tónleikarum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Fín konsert, men tað kendist, sum ein endurtøka av tí, sum hevur verið í nógv ár.

Swangað endaðu kvøldið við einum braki av einari konsert á Vágsbøi klokkan 3.

11 konsertir í dag
Seinasti dagurin á Summar Festivalinum hesa ferð bjóðar 11 konsertir umframt annað undirhald og framførslur.

Tríggjar konsertir vera á Vágsbø í kvøld. Anfinn & Co. spæla teirra fangandi og undirhaldandi sangir, Anne Dorte & Maria syngja tað besta hjá Tøsedrengene og Ray Dee Ohh, og Rasmus Bjerg trívur í øll hittini hjá John Mogensen.

Í Tjaldinum spæla Safir, Exit Light, ið er Metallica Tribute, og Páll Finnur Páll.

Á Torginum framføra Bubu, Eyðun Jacobsen, Hjalmar & Dagfinn, Sway og Páll Brim.

Fyrsta konsertin verður kl. 17, og tann seinasta kl. 02:45.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder