Innanlands

Dygdargott samstarv um undirvísing av útlendingum

Samstarv er skipað millum undirvísingina av tilflytarum í Streymoy og í Vágum, og í gjár varð avtalan undirskrivað av borgarstjórunum í Tórshavnar, Vága, og Sørvágs kommunu

(Mynd: Ólavur Frederiksen/Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Ólavur Frederiksen/Tórshavnar kommuna)

2021-11-10 09:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð samstarvsavtala millum Tórshavnar kommunu, Sørvágs kommunu og Vága kommunu, undirskrivað av Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, Bjarna Prior, borgarstjóra í Vága kommunu, og av Eyð Ellingsgaard, borgarstjóra í Sørvágs kommunu.

Talan er um eitt nýbrot innan undirvísing, nú samstarv er skipað millum undirvísingina av tilflytarum í Streymoy og í Vágum. Áhugin er samstundis vaksandi fyri líknandi depilssamstarvi aðrastaðni í landinum, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuna.

Í nógv ár hevur Tórshavnar kvøldskúli bjóðað málundirvísing fyri tilflytarum í føroyskum máli og føroyskari mentan. Hetta virksemið hevur verið í vøkstri farnu árini, og hevur hetta fingið alsamt størri týdning, nú vaksandi tal av útlendingum flyta til landið.

Í fjør bleiv undirvísingin skipað formliga av nýggjum sambært sonevndu CEFR-skipanini, sum tryggjar, at næmingurin kann fáa eitt formligt prógv, ið kann brúkast í framhaldandi lestri v.m. Talan er um undirvísing, nevnd “Føroyskt sum annaðmál 1, 2 og 3”.

Ikki øll øki kring landið hava eins góðar fyritreytir at skipa hesa undirvísing, og var tí ynski frá mentamálaráðnum og Sørvágs- og Vága kommunum, at Tórshavnar kvøldskúli kann skipa fyri skeiðum í Vágum hetta komandi skúlaárið.

Ætlanin er at royna skipanina í eitt ár fyri fyrst og so meta um møguligt víðari samstarv.

Ein stórur partur av útlendingunum í Vágum starvast hjá Hiddenfjord, og hesi høvdu neyvan komið til Havnar í skúla, men við eini góðari avtalu um at tillaga undirvísing og arbeiðstíðir, so eru 15 á skúlabonki nú, og eftir ársskiftið verða tveir flokkar við tilsamans 35 næmingum, skrivar Tórshavnar kommuna.

Undirvíst verður í Sørvágs skúla. Lærarar eru Bjarni Steintún og Petra Olsen, sum eisini er samskipari.

Á fundinum á ráðhúsinum í gjár vóru Jógvan Sørin Hansen, leiðari á Tórshavnar Kvøldskúla, Fía Lindenskov integrasjónssamskipari, Eyð Niclasen, skúlastjóri í Sørvági, Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, Heðin Mortensen borgarstjóri, Petra Olsen, lærari og samskipari sum starvast hjá Tórshavnar Kvøldskúla, og Helena Dam á Neystabø vegna UMMR.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder