Innanlands

Dúndurfréttir klárir at rokka Vestmanna

Stóra rokktiltakið Rokkur í Vestmanna, er greitt, at tiltakið verður á Bakkavegi omanfyri Vestmanna Seafood og framman fyri kommunuskrivstovuni

2021-08-31 22:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú minni enn tvær vikur eru eftir til stóra rokktiltakið Rokkur í Vestmanna, er greitt, at tiltakið verður á Bakkavegi omanfyri Vestmanna Seafood og framman fyri kommunuskrivstovuni. 

Hetta verður kanska størsta rokk konsert nakrantíð í Vestmanna, við nøkrum av teimum allar bestu føroysku rokkbólkunum og íslendsku Dúndurfréttum. 

Dúndurfréttir vitjaðu Norðurlandahúsið í 2009, tá teir saman við Føroya Symfoniorkestri framførdu stórverkið The Wall hjá Pink Floyd. Seinnu árini hava teir framført Dark Side of the Moon í nógvum londum. Teirra sera væl spældu tulkingar av Pink Floyd løgum bergtaka áhoyrarar allastaðn,i har teir spæla. Á stóru konsertini í Vestmanna sleppa vit at hoyra eitt bland av teimum bestu løgunum hjá Pink Floyd. 

Tvær vikur eftir rokkkvøldið í Vestmanna, venda Dúndurfréttir nøsina heimaftur til Íslands fyri at spæla eina útselda konsert í Hørpuni í Reykjavík, har kenda fløgan Abbey road hjá The Beatles verður hátíðarhildin á sínum 50 ára føðingardegi.

Rokkur í Vestmanna er partur av Vestmannadøgunum, ið eru í Vestmanna í døgunum 6. til 12. september.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder