Innanlands

Drotningin vitjar í Svínoy og Fuglafirði

Klokkan hálvgun ellivu verður kósin sett móti Svínoy, og seinnapartin til Fuglafjarðar. Margretha drotning og fylgi hennara ferðast fyi ein part við tyrlu í dag

Margretha drotning í Sjóvinnuhúsinum seinnapartin í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Margretha drotning í Sjóvinnuhúsinum seinnapartin í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

2021-07-16 06:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Margretha drotning kom til landið gjáramorgunin, og eftir middag í gjár byrjaði almenna vitjanin av álvara, tá hon varð móttikin á Bursatanga og síðani var á ferð í høvuðsstaðnum.

Í dag eru Svínoy og Fuglafjørður á breddanum. Sambært skránni verður farið av tyrlupallinum Yviri við Strond klokkan hálvgun ellivu fyrrapartin, og kósin verður sett móti Svínoy.

Her skal drotningin síggja minnisvarðan “Dropin í lívsins havi”, sum Edward Fuglø, listamaður, hevur gjørt. Eftir tað vitjar hon Dansistovuna, og síðani er borgarstjórin, Karl Johansen, vertur fyri miðmála.

Ætlanin var at leggja leiðina framvið Klaksvík eisini, men nú kongaskipið Dannebrog fyribils ikki er við á ferðini orskað av tekniskum feili, varð hetta strikað í skránni.

Klokkan 13:40 flýgur tyrlan drotningina til Fuglafjarðar, vitjað í Ribarhúsi, hjá Framherja og í Fuglafjarðar skúla. Dagurin endar við døgurða, sum borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Dávur Juul, er vertur fyri.

Øll skráin fyri drotningavitjanina sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder