Uttanlands

Drotningin hevur vanlig sjúkueyðkenni

Týsdagin fekk Margretha drotning staðfest koronu fyri aðru ferð, og kongshúsið upplýsir nú, at hon hevur vanlig sjúkueyðkenni

Margreta drotning á tíðindafundi í sambandi við vitjan í Føroyum á sumri í 2021 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Margreta drotning á tíðindafundi í sambandi við vitjan í Føroyum á sumri í 2021 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-09-22 12:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár boðaði kongshúsið frá, at Margretha drotning hevði fingið staðfest koronu týskvøldið, dagin eftir, at hon hevði verið og fylgt bretsku Elizabeth drotning til gravar saman við 2.000 øðrum úr øllum heiminum.

Einki varð í gjár sagt um, hvussu støðan hjá Margrethu drotning var, men í dag verður upplýst, sambært Ritzau, at hon hevur vanlig koronusjúkueyðkenni.

Kongshúsið greiðir ikki nærri frá, hvørji sjúkueyðkenni talan er um. Men mest vanligu sjúkueyðkennini eru m.a. ilt í hálsinum og rennandi nøs.

82 ára gamla drotningin er í løtuni stødd á Fredensborg slottinum, og eru øll tiltøkini, hon skuldi luttaka í hesa vikuna, avlýst. Hetta er aðru ferð, at hon fær staðfest koronu. Fyrstu ferð var í februar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder