Uttanlands

Dronuálop á Belgorod

Fleiri dronur eru skotnar niður, sigur guvernørurin í russiska landslutinum av sama navni

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2024-01-03 13:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukrainar hava í nátt framt eitt dronuálop á russiska býin Belgorod, sum liggur nærindis markið til Ukraina.

Fleiri dronur eru skotnar niður, sigur Vjatjeslav Gladkov, guvernørurin í landslutinum av sama navni. Higartil hava ongar fráboðanir verið um nakran fólkaskaða, skrivar Reuters.

Hetta er tað seinasta av fleiri álopum á hetta økið, siga russiskir myndugleikar.

Boðað varð eisini frá einum álopi í gjár og leygardagin. Álopið í gjár kravdi eitt mannalív og særdi 11 persónar. Leygardagin lótu 25 persónar lív og fleiri enn 100 vórðu særdir.

Hetta var, sambært altjóða miðlum, eitt av deyðiligastu álopunum í Russlandi, síðan kríggið byrjaði í februar 2022.

Hetta álopið varð framt dagin eftir, at russar framdu eitt álop á Ukraina, sum kravdi í minsta lagi 39 mannalív, harav 28 í høvuðsstaðnum Kyiv. Talan var eisini um tað higartil deyðiligasta álopið, sum býurin hevði upplivað, síðan kríggið byrjaði.

Mánadagin ávaraði russiski forsetin, Vladimir Putin um, at Russland fór at herja álopini á Ukraina í kjalarvørrinum á ukrainska álopinum leygardagin, og týsdagin framdu russar álop á býirnar Kyiv og Kharkiv. Fýra persónar lótu lív, og 92 vórðu særdir. Tríggir persónar lótu lív í Kyiv, meðan ein lat lív í býnum Kharkiv.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder