Mentan

Doyði beint undan altjóða gjøgnumbrotinum

Suðurafrikanska sjónleikakvinnan, Charlbi Dean, doyði óvæntað mánadagin, 32 ára gomul

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-08-31 18:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

32 ára gamla modellin og sjónleikarin, Charlbi Dean úr Suðurafrika, doyði knappliga mánadagin á einum sjúkrahúsi í New York. Tað skrivar miðilin Variety. Ikki er komið fram, hvat deyðsorsøkin er, men talan er um brádliga íkomna sjúku, verður sagt.

Dean stóð júst frammanfyri sínum altjóða gjøgnumbroti sum sjónleikari. Hon spæir ein av høvuðsleiklutunum í filminum ‘Triangle of Sadness’ hjá svenska Ruben Östlund, sum vann gullpálmurnar undir filmsfestivallinum í Cannes í mai. Hon var eisini við á reyðu langmáttunum, tá filmsliðið varð heiðrað í Cannes.

Filmurin er ikki sendur út í biohøllirnar enn. Eftir ætlan hendir tað síðst í september, fyrst í Danmark og Fraklandi.

Aðrir størri leiklutir í hesum filmi verða spældir av eitt nú Woody Harrelson, Harris Dickinson og donsku sjónleikarunum Vicki Berlin og Zlatko Buric.

Charlbi Dean vaks upp í Cape Town og byrjaði longu sum barn at arbeiða sum modell. Í 2010 var hon við í einum filmi fyri fyrstu ferð. Talan er um filmin ‘Spud’, og síðan hevur hon spælt leiklutir í fleiri øðrum, eitt nú í DC Comics-røðini 'Black Lightning'.


Filmsfelagið sýnir filmin 'Triangle of Sadness' í Havnar Bio mikukvøldið 12. oktober kl. 20.

Felagið skrivar soleiðis um filmin

Fyri aðru ferð hevur 48 ára gamli svenski filmsleikstjórin Ruben Östlund vunnið Gylta Pálman, Palme d’Or, á árligu filmstevnuni í Cannes, sum í ár varð hildin á 75. sinni.

Fyrru ferð við listasatiruni The Square, sum Filmsfelagið hevur víst, og nú við yvirstættarsatiruni um mótaverðina og tey superríku, Triangle of Sadness.

Ruben Östlund er ein meistari at skapa órógv, discomfort, so vit við støði í tí avgjørt kenda verða førd inn í eina nøtrisøgu, har mest sum einki er, sum vit væntaðu tað. Í fyrra vinnarafilminum, The Square, var tað listin sjálv, ið varð sett til diskussión. Til ein veitsludøgurða, kanska ein parodi uppá innantómar klædningar og veitslukjólar í Cannes, fer ein óður leikari, klæddur sum orangutang, upp á borðið og skapar kaos, meðan borgarligheitin roynir at tvíhalda um tað syndarligu rest, sum í hesi løtu er eftir av yvirstættartilveruni. Ætlaða listaátakið, sum filmurin er um, kemur í hæddina, tá eitt barn verður sett í The Square, ein bás á gøtuni, og sprongt í luftina, fyri at skapa uppmerksemi og marknaðarføra júst hesa framsýning, sum er eitt frírúm.

Altso ein greið listarlig satira.

Í nýggja vinnarafilminum, Triangle of Sadness, eru Carl og Yaya, sum bæði eru supermodell, boðin umborð á eitt cruiseskip við oligarkum, vápnaseljarum og influensarum. Alkoholiseraði skiparin elskar at sitera Marx, men í illveðri, har øll spýggja og skræpa afturvið sjeyrættaðu luksusmatskranni, renna tey á land. Flótandi stættarsamfelagið verður vent á høvdið, tí bara filipinska vaskikonan dugir at fiska, so til ber at fáa mat í munnin á oydnu oynni.

Altso ein greið samfelagslig satira.

Leikarar eru Zlatko Buric, Woody Harrelson, Vicki Berlin, Harris Dickinson og Charlbi Dean.

- Triangle of Sadness var avgjørt besti filmur eg sá í Cannes, sigur Gudmund Helmsdal Nielsen. Eg føldi tað sum at vera vitni til ein nýklassikara, ið bleiv til, so hvørt eg hugdi, frame by frame. Ein fantastiskur filmur, als ikki subtilur, men rakar seymin á høvdið slag fyri slag, inntil hann at enda, kanska rakar seinasta slagið. Fult uppiborðin gullpálma, sigur Gudmund úr Cannes

(Grein broytt kl. 18.48 við upplýsingum frá Filmsfelagnum um filmen 'Triangle of Sadness')


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder