Innanlands

Dómur um trygdarvarðhald staðfestur av Eystara Landsrætti

Ein 30 ára gamal maður var í november funnin sekur í at hava framt tvey rán – annað í 2019 og hitt í 2022 – og fyri at hava framt eina neyðtøkuroynd í mars 2022

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-03-22 11:41 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ein 30 ára gamal maður var í november í fjør í nevningatingi í Føroya Rætti dømdur í trygdarvarðhald. Tað var fyrstu ferð, at ein persónur er dømdur trygdarvarðhald í Føroyum.

Trygdarvarðhald (á donskum forvaring) er ein fongsulsrevsing uttan tíðaravmarking, sum verður nýtt til serliga vandamikil fólk, tá mett verður, at tey fara at fremja nýggj lógarbrot og harvið eru til vanda fyri onnur. Trygdarvarðhald hevur við sær, at dømdi ikki kann verða leyslatin, fyrrenn rætturin metir, at hann ikki longur er ein vandi fyri onnur.

Maðurin var í november funnin sekur í at hava framt tvey rán – annað í 2019 og hitt í 2022 – og fyri at hava framt eina neyðtøkuroynd í mars 2022.

Maðurin var áður dømdur fyri fleiri neyðtøkuroyndir, seinasti dómur fall í Føroya Rætti í 2020. Av tí at maðurin, hóast langar fongsulsrevsingar, framhaldandi framdi grov brot á revsilógina – brot har hann legði á ungar kvinnur – kravdið ákæruvaldið, at hann skuldi dømast í trygdarvarðhald. Hesum tók nevningatingið undir við.

– Ákæruvaldið hevði ta støðu, at vanlig fongsulsrevsing ikki var nøktandi, tí dømdi greitt hevur víst, at hann áhaldandi fremur grov lógarbrot ímóti tilvildarligum kvinnum. Grundað á upplýsingarnar um dømda, undir hesum serliga tann kriminalitet, sum dømdi áður er dømdur fyri, kravdi ákæruvaldið, at dømdi skuldi dømast í trygdarvarðhald. Hesum tók nevningatingið undir við, og tað eru vit sera nøgd við, segði Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri, í sambandi við rættarmálið í november.

Dømdi kærdi dómin til Eystara Landsrætt, sum í dag staðfesti dómin hjá Føroya Rætti.

Føroya Politi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder