Mentan

Dómstólur: Kevin Spacey skal gjalda endurgjald á 227 milliónir krónur

Endurgjaldið skal dekka tær útreiðslur, sum framleiðslufelagið MRC fekk, eftir at tað bleiv neyðugt at umskriva sesong seks av "House of Cards"

Kevin Spacey (Savnsmynd)

Kevin Spacey (Savnsmynd)

2022-08-06 12:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sjónleikarin Kevin Spacey skal gjalda framsleiðslufelagnum 31 milliónir dollarar í endurgjald.

Talan er um framleisðlufelagið MRC, sum stendur aftanfyri vælumtóktu røðina "House of Cards", har Kevin Spacey hevði høvuðsleiklutin, inntil hann varð koyrdur orsakað av ákærum um kynsligan ágang.

Endurgjaldið skal fíggja tær útreiðslurnar, sum framleiðslufelagið fekk, eftir at tað bleiv neyðugt at umskriva sættu sesong uttan Kevin Spacey og samstundis stytta hana niður í átta partar í staðin fyri 13 partar, sum ætlanin var.

Kevin Spacey hevði kært avgerðina um kravt endurgjald, men hósdagin staðfesti ein dómstólur, at hann skal gjalda. Dómarin váttaði, at Kevin Space við hesum ákærunum hevði brotið sáttmála sín.

Kevin Spacey skal sambært Ritzau gjalda 29,5 milliónir dollarar til framleiðslufelagið, og við sakarmálskostnað verður upphæddin 31 milliónir dollarar, ið svarar til uml. 227 milliónir krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder