Innanlands

Døglingarnir í Kalbaksfirði: Framvegis ferðslutrupulleikar

Løgreglan fekk eisini í gjár fráboðanir um, at tað er nær við at ganga galið. Hetta millum annað tí at breytin smalkast, tí fólk steðga á og vilja síggja men ikki eru nóg ansin

Nógv vilja síggja døglingarnar spæla sær, men tað er til ampa fyri ferðsluna tætt við Kollfjarðartunnilin (Mynd: Jógvan Hansen)

Nógv vilja síggja døglingarnar spæla sær, men tað er til ampa fyri ferðsluna tætt við Kollfjarðartunnilin (Mynd: Jógvan Hansen)

2023-07-26 11:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu tíðina hava fólk lagt til merkis, at nakrir døglingar liggja í sjónum í Kalbaksfirði. Nógv støðga eisini á, vilja síggja døglingarnar spæla sær, taka myndir os.fr. men tað er til ampa fyri ferðsluna tætt við Kollfjarðartunnilin.

Hesum boðaði løgreglan frá í vikuskiftinum, og tað koma framvegis fráboðanir inn um støðuna. Hetta upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn fyri Portalinum fyrrpartin.

Í fleiri førum hevur tað verið nær við, at ein bilur hevur rent í ein annan aftanfrá og verið noyddir at høgga bremsurnar í. Hetta tí at bilurin frammanfyri fer so langt niður í ferð, tí tey í bilinum vilja síggja døglingarnar betur og møguliga snara inn til vegjaðaran, og kanska brádliga lata hurðarnar upp.

Sí eisini: Løgregla: Hugsið um ferðslutrygdina

Ein annar trupulleiki er, at hóast tað er nakað av pláss millum bilverjuna og sjálvan vegin, so smalkast tað, tá bilar standa har, og tað elvir eisini til trupuleikar, at fólk flyta seg runt tætt við og á breytini, standa og taka myndir o.s.fr.. Tað eru millum annað nógv ferðafólk, ið síggjast við bilverjuna.  

Løgreglan heitir á fólk um at ansa væl eftir á staðnum.

Annars varð boðað frá heldur óvanligari støðu í mun til koyring seinnapartin í gjár. Ein hydraulikslanga á einum bili, sum koyrdi móti rundkoyringina í Gøtudali brast. Hetta hevði við sær, at olja lak á vegin. Tað var tó skjótt, at hetta varð varnast, og tískil hendi einki álvarsamt.






placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder