Uttanlands

Diplomatisk kreppa millum Brasil og Ísrael

Ísrael skýrir Lula da Silva forseta persona non grata fyri at kalla atsóknirnar í Gaza fyri fólkadráp og sammeta tað við jødatýningina hjá nasistunum

Kaldlig luft millum ísraelska uttanríkisráðharran, Israel Katz, til vinstru, og sendiharra Brasils til Ísraels, Frederico Meyer, á Yan Vashem holocaust-savninum í Jerusalem í gjár (Mynd: EPA)

Kaldlig luft millum ísraelska uttanríkisráðharran, Israel Katz, til vinstru, og sendiharra Brasils til Ísraels, Frederico Meyer, á Yan Vashem holocaust-savninum í Jerusalem í gjár (Mynd: EPA)

2024-02-20 08:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Diplomatisk kreppa er uppstaðin millum Brasil og Ísrael eftir at brasilski forsetin, Luiz Inacio Lula da Silvas, hevur sammett hernaðarligu atsóknirnar hjá Ísrael mótvegis Gaza við Holocaust.

Brasil hevur kallað sítt sendifólk í Ísrael heim, og Ísrael hevur lýst Lula at vera ‘persona non grata’.

Persona non grata er eitt diplomatiskt hugtak, sum merkir óynsktur ella óvælkomin persónur.

Sunnudagin segði Lula, at verandi stríðið í Gaza “ikki er eitt kríggj, tað er fólkadráp”, og sammetti tað við, “tá Hitler setti sær fyri at drepa jødarnar”.

Benjamin Netanyahu, ísraelskur forsætisráðharri, hevur sagt, at Lula er farin yvir um mark. Stjórn hansara kallaði brasilska sendiharran á fund í gjár saman við uttanrikisráðharranum, Israel Katz, á einum savni í Jerusalem til minnis um Holocaust.

- Hann er persona non grata í statinum Ísrael, so leingi hann ikki tekur sínar útsøgnir og skuldsetingar aftur, sigur Katz um Lula.

Samstundis hevur brasilska uttanríkisráðið sagt, at tey hava kallað ísraelska sendifólkið í Brasil til fund, og at sendiharrin í Tel Aviv er kallaður heim.

Brasilski sendiharrin fer úr Ísrael í dag.

Vinstrahalli Lula forseti er vorðin ein týðandi rødd millum sunnaru londini í heiminum. Í løtuni hevur Brasil formansskapin fyri G20 londini. Hesi lond hittast á fundi í morgin og hósdagin. Við á hesum fundi, ið verður hildin í Rio de Janeiro, verða millum aðrar, Antony Blinken úr USA og Sergej Lavrov úr Russlandi. Kreppan í Gazageiranum er millum evnini á fundinum.

Lula forseti kallaði upprunaliga Hamas-álopið fyri eina yvirgangsatsókn. Síðan hevur hann talað ímóti álopinum, sum Ísrael hevur gjørt afturfyri.

Nýggju útsøgnirnar vórðu framsagdar í sambandi við, at Lula í farnu viku vitjaði toppfundin hjá samgonguni av afrikanskum londum, ið varð hildin í grannalandinum hjá Ísrael, Egyptalandi.

[object Object]Lula da Silva (t.v.) heilsaði upp á egyptiska starvsbróður sín, Abdel Fattah al-Sisi, í farnu viku (Mynd: EPA)


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder