Innanlands

Dinoland í SMS

Stórt innandura spæliland verður í SMS alla summarfrítíðina

2019-06-12 19:44 Author image
Tíðindaskriv

Nú kunnu bæði børn og foreldur gleða seg til stóra Dinolandið, sum verður inni í SMS alla summarfrítíðina. Vit vita, at summarveðrið í Føroyum kann vera skiftandi, og tá er gott við einum innandura spælilandi, har børnini altíð kunnu spæla í góðum veðri. Spælilandið verður á Torginum frá 15. juni til 14. august.

Sum heitið sigur, so verður eitt dinosauraland á Torginum í SMS við risastórum dinosaurum, ið geva ljóð frá sær og flyta seg sum rættir, livandi dinosaurar. Í Dinolandi verður eisini gjørligt at reiggja, skreiða, hoppa og spæla, at man er farin aftur í tíðina, tá dinosaurarnir ráddu. Tað er bara hugflogið, ið setur mørk!

- SMS

placeholder
placeholder