Mentan

Dímunarseyðir og gorfuglur á plakat

Astrid Andreasen hevur teknað útdeyð føroysk djór

2021-02-03 20:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Astrid Andreasen hevur teknað eina ørgrynnu av føroyskum fuglum, fiskum, blómum og tarum. Tey flestu av okkum kenna plakatirnar hjá henni, ið eru nógv brúktar, eitt nú innan skúlabrúk, men eisini heima hjá fólki. 

Nú hevur Astrid avmyndað tvey útdeyð djór, sum fyri gott hundrað árum síðani,  livdu her á landi. Talan er um gorfuglin og dímunarseyðin, sum nú kunnu keypast sum plakatir, sum Føroyaprent hevur prentað.

[object Object]
Astrid Andreasen

Í hesum tíðum verður dúgliga kjakast um friðing av fugli, men tað tykist ikki at nøkur semja er í ljósmála. Og tað er sera harmiligt, heldur Astrid Andreasen. Einaferð var tað ovmikið til av gorfugli, men fólk vistu sær ikki afturhald, og endin varð, at teir síðstu vóru tiknir á Eldey í Íslandi.

Dímunarseyðurin var vorðin vargur, og teir síðstu vóru skotnir á sumri í 1860.

Á Tjóðsavninum standa tríggir útstappaðir dímunarseyðir, og ein eftirgjørdur gorfuglur. 

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder