Innanlands

Diana Reynstind nýggjur serlækni á Landssjúkrahúsinum

Diana er útbúgvin serlækni innan kvinnusjúkur og burðarfrøði

2019-10-10 17:55 Author image
Tíðindaskriv

Diana Reynstind er sett í fast starv sum gynekologur á Landssjúkrahúsinum. Hon hevur lisið medisin í Keypmannahavn og spesialiserað seg innan gynekologi í Svøríki, har hon hevur starvast, síðani hon var liðugt útbúgvin í 2016. Hon er kortini ikki eitt nýtt andlit á Landssjúkrahúsinum, tí gjøgnum árini hevur hon starvast á Landssjúkrahúsinum sum avloysari.

Diana er útbúgvin serlækni innan kvinnusjúkur og burðarfrøði.

- Upprunaliga ynskti eg mær at gerast ljósmóðir, men slapp ikki inn. Í staðin fór eg at lesa medisin og havi síðani spesialiserað meg innan burðarfrøði og kvinnusjúkur. Og eg elski mítt arbeiði.

Fyri framman standa fleiri spennandi uppgávur innan økið hjá Dianu, m.a. flytingin í nýggja H-bygningin, har føðideildin eisini skal húsast. Yvirhøvur er eisini tørvur á dagføringum og broytingum á føðideildini.

- Vit standa yvir fyri nógvum spennandi avbjóðingum á økinum, og eg eri sera fegin um at vera partur av hesum arbeiðinum.

Diana er gift og eigur fýra børn. Hon er ættað úr Miðvági, men búsitandi í Havn, sum er eitt krav fyri at røkja starvið, tí sum burðarlækni skal hon vera tøk, um ein barnakona kemur inn á deildina við trupulleikum í sambandi við føðing.

Diana byrjaði í starvinum í summar. Eingin hevur røkt starvið, síðani Steintóra Samuelsen andaðist í 2018.

placeholder
placeholder