Innanlands

Deyðsvanlukka í Tjørnuvík

Ein maður datt oman, tá hann var á fjall í morgun

Savnsmynd (Ólavur Frederiksen)

Savnsmynd (Ólavur Frederiksen)

2020-07-11 15:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stutt eftir klokkan hálvgum tíggju í morgun fekk løgreglan eina fráboðan um eina vanlukku nærindis Tjørnuvík.

Talan var um ein mann, sum var omandottin, tá hann saman við øðrum var farin á fjall í morgun.

– Eingin sá, tá maðurin datt, men hinir varnaðust brádliga, at hann var burtur, og tá tey leitaðu, funnu tey hann longur niðri, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Boð vórðu send eftir tyrluni, og bjargingarfólkini varnaðust skjótt, at maðurin var deyður. Hann varð síðani fluttur á Landssjúkrahúsið til líkskoðan.

Maðurin var um 60 ára aldur.

[object Object]Tað var í økinum, ið er markerað við reyðum, at maðurin datt oman (Mynd: Pól Sundskarð)

placeholder
placeholder