Innanlands

Depilin í Skálavík verður kristin eftirskúli

Brúgvin: Komandi skúlaár verður møguleiki at taka 10. flokk á nýggjum eftirskúla í Skálavík

Hjørdis Háberg Petersen (Mynd: Sverri Egholm)

Hjørdis Háberg Petersen (Mynd: Sverri Egholm)

2019-10-21 12:10 Author image
Ingi Samuelsen

Komandi skúlaár fáa føroysk ungfólk eitt nýtt 10. floks tilboð. Hotel Skálavík verður eftirskúli frá komandi skúlaári.

Verkætlanin varð avdúkað á tíðindafundi á hotellinum, ella frítíðardepilinum, fyrrapartin.

Tað er ein grunnur, Grunnurin Immanuel, sum eigur depilin, sum Eiler Jacobsen, sáli, setti í verk. Depilin var liðugur í 2011, árið eftir at stigtakarin doyði.

Eftir at tað gjørdist greitt, at Smyril Line ikki er sinnað at halda fram við hotelvirkseminum, hava fólkini handan grunnin arbeitt við, hvat staðið skal brúkast til í staðin.

Í stýrinum fyri Grunnin Immanuel siga einkjan eftir Eiler Jacobsen, Beinta Háberg Jacobsen, dóttirin Hjørdis Háberg Petersen og maður hennara Dánjal J. Petersen. Hesi seinastu eru fyristøðufólk fyri samkomuni City Church í Havn.

Byrjaði sum ein tanki
Tað byrjaði sum ein tanki hjá pápa, sum vildi geva bygdini Skálavík nakað afturfyri, at tey vóru so væl móttikin, tá Eiler Jacobsen sum fýra ára gamal flutti til bygdina saman við familju síni.

- Fyrsti tankin var at byggja ein sal, har skálvíkingar kundu savnast um góða orðið. Síðani mentist tankin til eisini at vera eitt stað, har fólk kundu gista, og tankin gjørdist til ein heilan frítíðardepil, sum seinastu árini tó hevur verið leigaður út til hotelvirksemi.

- Tá vit nú kunnu staðfesta, at tað ikki ber til at reka hotel her, kom tankin á at geva okkara ungfólki eitt tilboð.

- Ungfólk hava nógv at stríðast við í dag á fleiri økjum. Nógv stríðast við einsemi og innihaldi í lívinum. Tí kom tankin um at byrja ein eftirskúla á hesum fantastiska stað, segði Hjørdis Háberg Petersen, tá hon kunngjørdi verkætlanina.

[object Object]Stýrið fyri Grunnin Immanuel, sum eigur depilin í Skálavík. Frá vinstru Dánjal J. Petersen, Hjørdis Háberg Petersen og Beinta Háberg Jacobsen (Mynd: Sverri Egholm)

Eftirskúlin fær navnið Brúgvin. Ein arbeiðsbólkur hevur arbeitt víðari við tankanum, ført samráðingar við landsskúlamyndugleikarnar, og nú klárt at fara alment út við hugskotinum. 1. desember verður so latið upp fyri tilmeldingum.

Talan verður um ein kristnan eftirskúla, men skúlin verður opin fyri øllum, og skal ikki knýtast at nakrari ávísari kristnari leið. Ungfólk, sum ikki hava tilknýti til nakra samkomu verða eisini vælkomin.

- Vit vilja vera opin fyri, hvat grundarlag vit byggja á, men annars verður skúlin eitt 10. floks tilboð fyri allar føroyingar og eisini børn hjá útisetum, segði Vinjard Magnussen, sum hevur sitið í arbeiðsbólkinum fyri eftirskúlan Brúgvin.

Í fyrstu atløgu verður talan um ein eftirskúla við 10. flokki, men loyvið frá Mentamálaráðnum er fyri einum skúla fyri alla framhaldsdeildina, so seinni verður møguliga eisini 8. og 9. flokkur við í nýggja eftirskúlatilboðnum. 

[object Object]Vinjard Magnussen, legði fram ætlanina fyri nýggja eftirskúlan (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder
placeholder