Innanlands

Dennis Holm situr báðu megin borðið

Hann er partur av fíggjarnevndini, sum mælir til at játta eina millión til maritiman mentanardepil í Vági, og so er hann eisini kassameistari í Vágs Sóknar Bygdasavni, sum hevur biðið um pengarnar

Dennis Holm (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Dennis Holm (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-12-16 21:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nakað sum hevur fingið fitt av umrøðu undir aðru viðgerð av fíggjarlógini seinnapartin var Dennis Holm og hansara leiklutur í at Vágs Sóknar Bygdasavn hevur fær eina millión krónur á fíggjarlógini fyri næsta ár.

Millónin skal brúkast til maritiman mentanardepil í Vági.

Trupulleikin er bara, at Dennis Holm er partur av samgongumeirilutanum í fíggjarnevndini, sum hevur mælt til at játta hesar pengarnar, og so er hann eisini kassameistari í Vágs Sóknar Bygdasavni.

Dennis Holm sær ikki nakað skeivt í hesum.

[object Object]Grindabátarnir í Vági (Savnsmynd: Bjartur Vest)

- Hetta er ikki nakað, sum eg fái nakran persónligan vinning burturúr. Hetta er ein játtan sum man hevur valt til fyri at fáa sett á stovn eitt savn, har man fær herbergað hesum dýrgripunum sum grindabátarnir í Vági eru, sigur Dennis Holm við útvarpið í kvøld.

- Eg játti tað ikki einsamallur. Fíggjarnevndin skrivar meiriluta og minnilutaálit, so eg síggi slett ikki trupulleikan við hesum, sigur Dennis Holm.

Hann sigur víðari við útvarpið, at hann undir viðgerðini í fíggjarnevndini ikki upplýsti, at hann var partur av felagnum, sum hevði søkt um pengarnar.

Løgtingið samtykti í kvøld við 16 atkvøðum fyri og 12 ímóti fíggjarlógina við 2. viðgerð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder