Dansifelagið Bobbi Lo Produktion hevur gjørt hesa dansisýning, sum finst at okkara felags søgu í Norðurlondum - einari søgu um bæði vinalag og stríð, og ein hjálandaarv, sum ivaleyst fleiri kundu hugsað sær at gloymt, men sum vit kortini framvegis eru merkt av.
Kolonistarnir er samvirkin dansisýning, sum kannar hjálandabygnaðir, sum framvegis mynda okkum, og sambond millum menniskju og samfelag.
Áskoðarin verður boðin inn í eitt bæði speiskt og fjálgt rúm at vera vitni til og samvirka í kanning av valdi og valdsmisnýtslu. Við stinnari samanrenning av koreografi, rødd og tónleiksamspæli fylla 5 dansarar rúmið og skapa eina uppliving, har markið millum pall og áskoðarar hvørvur.
Aldursmark: Sýningin er ætlað øllum, sum eru 12 ár og eldri, og verður hon á enskum.
Atgongumerki kunnu keypast á nlh.fo.
Norðurlandahúsið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald