28. mars 2026 skipar matstovan Hallartún á Hotel Hilton fyri forkunnugum kvøldi við kenda danska kokkinum Per Thøstesen frá matstovuni Bistro Boheme og víðagitna sjampanjuhúsinum Pol Roger, kend sum yndissjampanjan hjá Sir Winston Churchill.
- Vit hava leingi havt eitt leypandi samskifti við bæði Per Thøstesen og Pol Roger, tó hvør sær, sigur Rógvi Mikkelsen, stjóri á Hilton Garden Inn Faroe Islands.
- Per Thøstesen hevur nógv jørn í eldinum, so tá Teitur fekk lokkað hann á okkara leiðir komandi páskir, og tað vísti seg, at Arthur frá Pol Roger eisini hevði ein opnan dag í kalendaranum, kundu vit ikki siga nei. Vit gjørdu av at fáa báðar partar heim til Føroya og gera eitt samantvinnað event, leggur Rógvi Mikkelsen afturrat.
Per Thøstesen
Per Thøstesen er ein av teimum kokkunum, sum hevur sett sín greiða dám á donsku matmentanina. Við sínum ágrýtni innan kokkayrkið fekk hann sum ungur starv á víðagitnu fronsku matstovuni hjá Paul Bocuse, har alskurin og virðingin fyri klassiskari franskari matgerð vaks.
Í 20 ár var hann kokkur hjá danska fótbóltslandsliðnum, samstundis sum hann hevur rikið sína egnu matstovu, Bistro Boheme, ein fronsk bistro, sum varð kosin besta bistro/brasserie í Danmark í 2009, 2012, 2016 og 2020.
Vitanina og royndirnar hevur hann eisini savnað í fleiri bókum um matgerð, har klassiskt handverk og nútímans hugsan ganga hond í hond.
![]()
Pol Roger kemur á gátt
Pol Roger er meira enn bara sjampanja, tað er ein partur av søguni.
Sir Winston Churchill hevði Pol Roger sum yndissjampanju, og sambandið millum hann og sjampanjuhúsið er vorðið ein týðandi partur av Pol Roger-arvinum. Í fleiri ættarlið hevur sama familja rikið sjampanjuhúsið, har dygdir og siðvenja eru í hvørjari fløsku.
Kvøldið í Hallartúni
Saman við Teiti Christensen, høvuðskokki í Hallartúni, fer Per Thøstesen at skapa eina 8- rætta sermatskrá úr bestu føroysku sjórávørunum og útlendskum luksusvørum.
Afturvið frálíka matinum verður ein røð av ymiskum Pol Roger-sjampanjum og hóskandi víni. Arthur frá Pol Roger fer at skeinkja og greiða frá søguni og tilgongdini handan gyltu droparnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald