Innanlands

Danskur serlækni: Gevur ikki meining at kanna fólk uttan sjúkueyðkenni

Tað sigur Kim Varming, serlækni á Aalborg Universitetssjúkrahúsinum, sum mælir til at steðga hópkanningunum av korona. Tað ger størri skaða enn gagn

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-12-10 23:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Tað er dýrt, broytir einki við smittutrýstinum, og setir eina rúgvu av fólki - uttan orsøk - í sóttarhald.

Hetta sigur Kim Varming, serlækni á Klinisk Immunologi á Universitetssjúkrahúsinum í Aalborg, um koronahópkanningarnar, sum verða gjørdar í hesum døgum. Tað gevur ikki meining, sigur hann.

- Helvtin av teimum positivu kanningunum, eru av fólki uttan sjúkueyðkenni. Tað merkir, at eitt prosent av borgarunum í landinum eru positiv, men sum vit ikki finna útav eru positiv. Sostatt ganga 50.000 fólk positiv við korona í Danmark, sum vit ikki finna, og vit senda 1000 fólk í sóttarhald. Tað gevur ikki meining, sigur serlæknin.

- Tað sum man veit í hesum samanhangi er, at fólk, sum ikki hava sjúkueyðkenni, hóast tey hava eina positiva test, stórt sæð ikki smitta. Tað er ikki fyrr enn man fær sjúkueyðkenni, og næstu fimm dagarnar, at man smittar. Tá kann man fara í isolatión og lata seg testa, sigur Kim Varming.

- At kanna fólk uttan sjúkueyðkenni eru ikki bara pengar út gjøgnum vindeygað, tað er ein katastrofa.

Hansara ráð til stjórnina eru tí hesi:

- Steðgið hópkanningunum við PCR, tað ger størri skaða enn gagn, set tvungnu avmarkingarnar úr gildi, tær gera størri skaða enn gagn, set bráðfeingis-epidemilógina úr gildi, vit hava ikki brúk fyri henni, og royn at betra um heilsustøðuna hjá teimum eldru, sigur Kim Varming.

Upptøkan niðanfyri er frá einum fyrilestri hann hevði í Rotationen í Holbæk tann 27. november.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder