Innanlands

Danskir læknar ivasamir um at koppseta børn

Dáturnar, ið skulu prógva, at tað ikki er vandamikið, eru ikki fingnar til vega enn

(Tilvildarlig savnsmynd)

(Tilvildarlig savnsmynd)

2021-07-13 07:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í Danmark fara tey nú fyrsta dagin undir av koppseta ung í aldrinum 12 til 15 ár. Sambært varastjóranum í danska heilsustýrinum, Helene Probst, er tað tað smittandi delta-frábrigdið, sum er orsøkin til, at tørvur er á at koppseta so nógv sum gjørligt fyri at fáa betri mótstøðuføri í fólkinum, skrivar Ritzau.

- Serliga nú vit nærkast heystinum. Við eisini at koppseta børnini fáa vit betri tamarhald á farsóttini, og kunnu betri verja tey, sum eru serliga útsett, sigur hon í eini fráboðan.

Tá heilsustýrið, Sundhedsstyrelsen, í farna mánaði boðaði frá, at tey 12 til 15 ára gomlu eisini skuldu koppsetast, var tað ætlanin at fara undir hetta í september, tá tey vóru liðug at koppseta fólk niður í 16 ár í Danmark.

Nú meira enn ein millión skamtir eru keyptir úr Rumenia, er møguleiki at fara í gongd við hetta nógv fyrr.

Ongin dokumentasjón
Men dokumentasjónin fyri, at fólk yngri enn 16 ár tola koppingarevnið frá Pfizer/BioNTech, er tó ikki fingin til vega enn, vísir formaðurin fyri danskar barnalæknar í felagnum Dansk Pædiatrisk Selskab, Klaus Birkelund Johansen, frá.

- Hetta er ein óheppin støða, vit standa í, tí vit hava fingið nakrar skamtir, sum skulu brúkast áðrenn teir ganga út.

- Í verandi løtu hava vit ongar dátur fyri ávirkanina á børn, og eg skilji væl, um tað eru foreldur, ið kenna seg ótrygg, sigur hann, sambært Ritzau.

Eisini Bolette Friderichsen í vísundaliga læknafelagnum DSAM, er ivasom.

- Tað er óheppið, at vit ikki kunnu geva greið boð. Vit plaga at kunna taka heilhjartað undir við koppsetingum, men tað kunnu vit ikki í hesum føri, tí vit ikki hava dátur, sigur Bolette Friderichsen.

- Hin vegin sær tað út til, at tað er ógvuliga óvanligt, at børn fáa álvarslig hjáárin av koppsetingini, men vit vita eisini, at tey sjáldan gerast álvarsliga sjúk, um tey verða smittað.

Hon er sjálv kommunulækni í Hobro, og hon fer – um hon verður spurd –at  mæla til at bíða.

- Eg fari ikki aktivt at mæla nøkrum frá, men um foreldur spyrja, tí tey eru í iva, so fari eg at siga teimum, at barnið ikki missir sítt pláss í bíðirøðini við at bíða.

Camilla Foged, sum er professari við sergrein í koppseting á universitetinum í Keypmannahavn, hevur verið við til at ráðgeva heilsustýrinum um at vaksinera børn.

Hon vísir á, at amerikanski heilsumyndugleikin, Centers for Disease Control and Prevention (CDC), í farna mánaði almannakunngjørdi dátur um hjáárin hjá fimm milliónum koppsettum børnum.

Bara tey væntaðu hjáárinini
Og hesar dátur vísa ikki á nakað at óttast fyri.

- Har eru væntað hjáárin, so sum pína á staðnum, har prikað verður, møði, høvuðpína og fepur. Tað sær út til, at børn millum 12 og 15 ár fáa færri hjáárin, enn tey 16 til 25 ára gomlu fáa, sigur Camilla Foged.

Hon skilir, at framskundingin kann elva til óvissu hja foreldrum, og hon er samd í, at ynskiligt var við fleiri dátum.

Men ráð hennara eru framhaldandi at fáa børnini koppsett sum skjótast. Hóttanin frá delta vigar, sambært henni, tyngdi enn tann lítla óvissan, sum er við vaksinuni,

- Jú fleiri, ið eru mótstøðufør, tá skúlarnir lata uppaftur eftir summarfrítíðina, tess betri. Annars er vandi fyri, at smittan kyknar uppaftur í heyst, sigur Camilla Foged, sambært Ritzau.

Føroyski kopppsetingarbólkurin skuldi hesa vikuna taka støðu til, um vit í Føroyum eisini skulu fara undir at koppseta børnini niður í 12 ár.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder