Uttanlands

Danska stjórnin kunnger nýggj tiltøk

Frá 9. desember til 3. januar verða skeinkistøð, ítróttar- og mentanarstovnar stongdir, og flestir næmingar og lesandi verða sendir heim – Á tíðindafundinum varð eisini upplýst, at Danmark fyri fyrstu ferð hevði skrásett fleiri enn 2.000 positiv í eitt samdøgur

Mette Frederiksen, forsætisráðharri í Danmark, innkallaði til tíðindafund fyrrapartin (Savnsmynd)

Mette Frederiksen, forsætisráðharri í Danmark, innkallaði til tíðindafund fyrrapartin (Savnsmynd)

2020-12-07 12:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frá mikudegnum 9. desember og fyribils fram til 3. januar, verða smittufyrbyrgjand tiltøkini herd í 38 donskum kommunum. Talan er um Odense, Aarhus og Keypmannahavn og aðrar kommunur í høvuðsstaðarøkinum.

Hesum boðaði danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, frá á tíðindafundi í forsætisimálaráðnum fyrrapartin.

Orsøkin, segði hon, var, at smittutrýstið í Danmark er ov høgt. Neyðugt er tí við fleiri tiltøkum fyri at fáa tamarhald á støðuna, sum hon helt vera ørkymlandi.

Tað verður framvegis bert loyvt at savnast tíggju fólk, eisini um jólini (í sambandi við privatar samkomur, er talan bert um eitt tilmæli). Eisini verður mælt til at avlýsa jólaborðhald.

Sum TV2 boðaði frá í morgun, verða allir næmingar frá 5. flokki og uppeftir sendir heim, og fer undirvísingin komandi tíðina at ganga fyri seg umvegis netið. Hetta er eisini galdandi fyri miðnámsskúlanæmingar og lesandi á hægri útbúgvingum.

Matstovur, skeinkistøð, søvn, biografar og sjónleikarhús lata aftur, og tað sama er galdandi fyri venjingarmiðstøðir. Eisini steðgar allur amatørítróttur. Fólk, ið starvast hjá tí almenna skulu, um møguligt, arbeiða heimanifrá, og heitt verður á privatar fyritøkur um eisini at lata síni starvsfólk arbeiða heima.

Danski forsætisráðharrin segði seg ikki kunna lova, at tørvur ikki fór at vera á seta fleiri tiltøk í verk.

Nýtt smittumet

Á tíðindafundinum vórðu seinastu tølini frá Statens Serum Institut eisini kunngjørd, og aftur í dag er talan um eitt nýtt met.

Seinasta samdøgrið eru nevniliga 2.046 persónar staðfestir positivir fyri covid-19, upplýsti danski Heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke.

Tað er fyrstu ferð, Danmark hevur skrásett fleiri enn 2.000 nýggjar tilburðir í eitt samdøgur, síðan farsóttin byrjaði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder