Uttanlands

Danska løgreglan gjørt vegleiðing til maskuforboðið

Í morgin kemur maskuforboðið í gildi í Danmark

Mynd: Visualhunt.com

Mynd: Visualhunt.com

2018-07-31 17:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin fer maskuforboðið, ella sonevnda burkaforboðið, í gildi í Danmark. Fjalir man andlitið tá man gongur á gøtuni, situr í bussinum, ella er aðrastaðni í almenna rúminum, kann man verða revsaður við bót.

Ríkispolitiið hevur lagt eina vegleiðing út á heimasíðu sína til, hvussu løgreglufólk skulu gera, tá tey t.d. hitta eina kvinnu í burka ella niqab:

1. Løgreglufólk skulu fyrst meta um, hvørt andlitið kann roknast sum fjalt. T.d. kann man kanna, um tað er gjørligt at lesa andlitsbrøgdini hjá viðkomandi ella ikki.

2. Um illgruni er fyri, at viðkomandi er útsettur fyri neiligt eftirlit, skal løgreglufólkið meta um, hvørt tað er neyðugt at kanna hetta nærri, og um viðkomandi eigur at fáa bjóðað stuðul og hjálp, t.d. um viðkomandi sigur seg verða tvungin at fjala andlitið.

3. Brot á maskuforboðið skal viðgerast sum eitthvørt annað lógarbrot. Um tað verður neyðugt, kann man handtaka viðkomandi og taka tey við á politistøðina. Handtøkan skal vera so varislig sum gjørligt.

4. Løgreglan skal handhevja maskuforboðið við hóskandi fyrilit til sjálvræðisrættin hjá viðkomandi og uttan óneyðugt brot á hetta.

5. Løgreglufólk kunnu krevja, at viðkomandi letur seg úr plagginum, ið fjalir andlitið, ella vísa viðkomandi burtur frá almenna staðnum.

6. Er man í iva um, hvussu maskuforboðið skal handhevjast, skal man biða vaktleiðaran um frágreiðing.

7. Um løgreglan varnast, at ein persónur, ið akkurát hevur fingið bót fyri brot á maskuforboðið, aftur fjalir andlitið, er hetta at rokna sum eitt nýtt brot á forboðið.

8. Tað er umráðandi, at løgreglan tryggjar sær prógv fyri brot á forboðið, antin við sjónbandaupptøku ella mynd.

Fyrsta brotið á maskuforboðið verður revsað við bót uppá 1000 krónur. Aðru ferð verður upphæddin 2000 krónur, triðju ferð 5000 og fjórðu ferð er upphæddin 10.000 krónur.

Maskuforboðið er ikki galdani, um ein hevur eina "viðurkenningarverda orsøk" til at fjala andlitið.

Politisambandið og ríkispolitiið hava ætlanir um at endurskoða vegleiðingina í september, skrivar Berlingske.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder