Uttanlands

Danska heilsustýrið mælir nú til at brúka AstraZeneca til eldri borgarar

Higartil hevur annars verið mælt frá at brúka hesa koppsetingina til borgarar yvir 65 ár, men nýggjar upplýsingar úr Stórabretlandi vísa, at koppingarevnið kann gera stóran mun

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2021-03-05 09:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í februar vóru boðini frá danska heilsustýrinum, at mann ikki eigur at koppseta borgarar, sum eru eldri enn 65 ár við koppingarevninum hjá AstraZeneca, men í dag verður boðað frá, at hetta tilmælið er broytt.

Danska heilsustýrið mælir nú til eisini at brúka koppingarevnið hjá AstraZeneca til at koppseta eldri borgarar, samstundis sum mælt verður til at geva seinnu koppseting tríggjar mánaðir eftir fyrru koppseting.

Upprunaliga orsøkin til, at mælt varð frá at koppseta borgarar eldri enn 65 við koppingarevninum hjá AstraZeneca var, at mann ikki hevði nóg mikið av kunning um, hvussu evnið riggaði hjá eldri borgarum. Men nú vísa upplýsingar úr Stórabretlandi, at vandin fyri at verða innlagdur við covid-19 minkar við 80 prosentum hjá borgarum eldri enn 80 ár, og tí verður tilmælið broytt.

Kanningar vísa eisini, at koppingarevnið riggar betri, um longri tíð gongur millum fyrru og seinnu koppseting, og hetta ger tað eisini møguligt at koppseta fleiri borgarar skjótari, skrivar Politiken.

Tað var longu miðskeiðis í februar, at Heimsheilsustovnurin, WHO segði, at koppingarevnið hjá AstraZeneca eisini kundi brúkast til eldri borgarar.

Mánadagin var Frakland tað fyrsta ES-landið at góðkenna koppingarevnið til borgarar millum 65 og 75 ár, Týskland gjørdi tað sama í gjár, og nú er ein líkandi fráboðan komin úr Danmark.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder