Innanlands

Dannebrog liggur enn í Frederikshavn

Kongaskipið verður ikki partur av vitjanini hjá Margretu drotning í Føroyum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-07-13 11:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kongaskipið Dannebrog verður ikki í Føroyum, tá Margreta drotning byrjar almennu Føroyavitjan sína hósdagin.

Danmarks Radio skrivar í dag, at Dannebrog framvegis liggur við flotastøðina í Frederikshavn eftir at skipið fekk maskintrupulleikar leygardagin.

Eftir ætlan skuldi kongaskipið verið frammi í Føroyum í morgin.

Kongshúsið hevur enn ikki boðað alment frá, hvørja ávirkan tað fær á vitjanina, at Dannebrog ikki verður partur av vitjanini í Føroyum

Les eisini: Dannebrog mátti venda við   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder