Innanlands

Dannebrog farið av Havnini

Stutt fyri midnátt fór kongaskipið um Molan

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-08-23 23:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stutt fyri midnátt fór Dannebrog um Molan, og setti kós norðeftir.

Kongaskipið kom á Havnina klokkan 9 í morgun, og í allan dag hava krúnprinsafamiljan vitjað í ymsum støðum í Havn, og í kvøld var løgmaður vertur fyri veitsludøgurða í Norðurlandahúsinum.

Eftir skránni skal Dannebrog koma á Klaksvík klokkan 9 í morgin árini.

Í morgin verður vitjað í Klaksvík, á Kirkju, í Hattarvík og í Mikladali.

placeholder
placeholder