Mentan

Danmarks Radio við flottari sending úr Føroyum

Søren Ryge bjóðar tónleik, meðan vit uppliva Føroyar

Skíggjamynd av dr.dk

Skíggjamynd av dr.dk

2018-07-27 11:24 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í gjárkvøldið sendi Danmarks Radio sending, har Søren Ryge er á vitjan í Føroyum saman við trimum ungum tónleikarum.

Sendingin “Søren Ryge: Musik på Færøerne” vísir Føroyar frá síni flottu síðu, meðan vit hoyra teir tríggjar donsku tónleikararnar úr “Dreamers’ Circus” framføra.

DR umtalar tað við síggja í sendingini sum “stórt, flott og óvanligt”.

Hetta er fyrra sendingin av tveimum. Seinni partur verður sendur á DR1 2. august klokkan 19.

Fyrri partur sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder