Heldur ikki hesuferð eydnaðist tað Danmark at koma í finaluna í Eurovision Song Contest, sum í hesum døgum verður hildið í Malmö í Svøríki.
Saba við lagnum "Sand" megnaði ikki at vinna hjørtuni í Evropa, og Danmark var tí ikki millum tey 16 londini, sum í seinnu hálvfinaluni í kvøld vunnu seg víðari stóru finaluna.
Ikki síðan 2019 hevur Danmark verið í finaluni, og tað var ein vónbrotin viðmerkjari á DR1 í kvøld.
- Vit fella longur og longur niður. Tað er sum vit als ikki megna at koma upp úr holinum, vit eru dottin í, segði Ole Tøpholm.
Noreg kom í kvøld víðari við lagnum Ulveham sum Gåte framførir. Finnland kom víðari í fyrru hálvfinaluni, sum var týsdagin.
Danmark og Ísland eru harvið úti av kappingini á hesum sinni.
Í fjør var tað Reiley, Rani Petersen úr Havn, sum umboðaði Danmark í Eurovision. Heldur ikki tá eydnaðist at koma víðari.
Sum vertur hevur Svøríki longu tryggjað sær eitt finalupláss, og tey fimm londini, sum fíggja størsta partin av Eurovision - Spania, Stórabretland, Frakland, Týskland og Italia - eiga frammanundan pláss í finaluni.
Stóra finalan verður leygarkvøldið klokkan 20, og sæst á DR1.
Londini sum komu víðari í kvøld
Lettland
Eysturríki
Niðurlond
Noreg
Ísrael
Grikkaland
Estland
Sveis
Georgia
Armenia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald