Uttanlands

Danmark: Tey fyrstu fáa seinnu koppsetingina sunnudagin

Í morgin eru tríggjar vikur síðani, fyrstu røktarheimsbúfólkini í Danmark fingu fyrstu koppsetingina

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-01-16 12:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrstu røktarheimsbúfólkini í Danmark fáa nú seinnu koppsetingina.

Í morgin er tríggjar vikur síðani tey fyrstu vórðu koppsett við koppingarevninum hjá Pfizer og BioNTech í Danmark, og tá byrjar seinna umfarið av koppsetingum eisini.

Ein rúgva av fólki væntast at fáa seinnu koppsetingina í komandi viku.

Mælt verður til, at seinna koppsetingin verður givin tríggjar ella fýra vikur eftir fyrru koppsetingini.

Annars hevur verið skotið upp at bíða til seks vikur eftir fyrru koppsetingini, so fleiri kundu fáa fyrru koppsetingina, sum gevur nakað av verju móti covid-19. Men mann ætlar ikki at lata búfólkini bíða, tí mann ynskir at geva teimum fulla verju skjótast gjørligt, av tí at tey eru í størri vanda.

Tað sigur Stephanie Lose, formaður fyri Danske Regioner, sambært Ritzau.

Ein útav 40 dønum hevur nú fingið fyrru koppsetingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder